Tá Haingo var fødd við opnum góma vildi pápin ikki vita av henni – heldur ikki heimbygdin. Tey hildu, at ein slík sum hon ikki hoyrdi heima har.

Orsakað av opna góma sínum kundi Haingo ikki fáa bróst, so mamman helt henni á lívi við tunnari dósamjólk. Hvør dós kostaði eina dagsløn, men Haingo treivst kortini ikki.
– Hon gjørdist tynri og tynri, og eg var ógvuliga bangin. Eg bað alla tíðina, greiðir mamma hennara, Viviaby frá.
Tá Haingo var sjey mánaðir gomul, vigaði hon einans 2,2 kilo – minni enn ein nýføðingur. Pápin vildi ikki vita av henni, og helt tað vera best fyri øll, um hon bara slapp at doyggja.
KENDI IKKI DÓTTRINA AFTUR
Hóast mótstøðuna frá manninum, og ógvusligu viðmerkingarnar frá bygdarfólkinum, noktaði Viviaby at gevast á hondum mótvegis dóttrini.
Tá hon frætti um sjúkrahússkipið byrjaði hon eina tveir daga langa ferð, gjøgnum óslætt og grýtut lendi, og fekk at enda møguleika fyri flutningi til kanningarmiðstøðina hjá Mercy Ships í økinum.
Kanningin vísti greitt, at støðan hjá Haingo var hættislig. Hon var tí alt fyri eitt send umborð á skipið. Sjúkrasystrarnar á barnadeildini ”tvangsfóðraðu” gentuna alt samdøgrið, og skjótt sást munur á.
Meðan Viviaby var innløgd við dóttrini, hitti hon á fyrsta sinni foreldur at børnum í somu støðu sum Haingo. Hon kendi seg troystaða og ikki einsamalla longur.
Tíggjur dagar seinni var støða hennara so góð, at Haingo var útskrivað til HOPE-deildina, har hon framhaldandi var matað, til hon var nóg sterk til at kunna fáa eina skurðviðgerð.
Meðan hon vaks seg sterka, byrjaðu deydligu eygu hennara at fylgja við tí ið fór fram, og hon veittraði nú við smáu og tjúkku ørmum sínum, sum áður vóru klænir og veikir. Fimm mánaðir seinni var hon nóg væl fyri til at verða løgd undir skurð.
Tá Haingo var 13 mánaðir gomul, fekk hon seinastu skurðviðgerð sína á sjúkrahússkipinum, og kundi á fyrsta sinni bæði eta og drekka sum vanligt.
Tá Haingo og Viviaby vendu aftur til heimbygdina, gjørdist beiggi hennara púrasta ørkymlaður. Hann kendi ikki systur sína aftur, og segði, at mamman mátti hava býtt hana um við eina aðra!

